Hugnakvøld í Tabor

Mikukvøldið 18. september verður burturluting í Tabor. Peningurin ið kemur inn, verður brúktur til umvæling av WC-unum í kjallaranum, og til at gera gøtuna niðan á Regnaveg av nýggjum.

Byrjað verður uppi í salinum, har kunning verður við myndum um umvælingina.
Seinni í heyst verður Toftalegan aftur á skránni. Kunnað veður eisini um hana.

Kl. 18.30 fara vit niður undir til ein góðan bita. Tá vit hava eti, verður burturluting við nógvum góðum lutum, sum ikki vóru seldir á basarinum í marsmánað. Trekt veður 4 ferðir við 15 vinningum hvørja ferð.

Kaffi og okkurt aftur við verður eisini at fáa.

Onnur tíðindi