Av náði

… men Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. Rom. 5,8

Romverjabrævið greiðir sera væl frá hvørji vit menniskju eru, og hvør Guð er, og hvat Guð í sínum almátti gjørdi fyri okkum.

Men tað sum Guð í sínum almátti ger, klára vit mangan ikki at skilja. Versi hjá okkum sigur: ”Guð sýnir kærleika”… ”Kristus doyði”… ”vit enn vóru syndarar”

Í grundini eru hesi 3: kærleiki; deyði og syndarar nakað sum ikki hoyrir saman. Tí hevði nakað menniskja vilja víst kærleika og doyð fyri ein sum bara vísti tað ringa í sær, nevnuliga syndina?

Nei, tað hevði eingin, og tó so er hetta tann altavgerandi veran í Guðs kærleika, at hann elskar og vil frelsa, sjálvt um menniskjan vísir hann frá sær.

Henda fullkomna kærleikan vísti Guð gjøgnum son sín Jesus Kristus, við tað at hann frá upphavi vildi átaka sær alla heimsins synd, við at doyggja fyri okkum menniskju, sum livdu og liva í synd.

Bíblian brúkar eitt annað orð fyri henda kærleikan og er tað náði. Vit fáa alt givið, tó at vit ikki hava uppiborði tað,  ”Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva;” Ef. 2,8

Onnur tíðindi