Alla halganna sunnudagur.

Í dag er Alla halganna sunnudagur, og teksturin til dagin er frá Matt. 5,1-12.

 Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, fór hann niðan á fjallið; og tá ið hann var setstur niður, komu lærusveinar hansara til hansara.v2 Og hann tók til orða og lærdi teir og mælti:Sæl eru …v3 «Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra. v4 Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. v5 Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv. v6Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað. v7 Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa. v8Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð. v9 Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn. v10 Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra. v11 Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir. v12 Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum; tí at somuleiðis forfylgdu tey profetunum, ið vóru undan tykkum.

Her er ein tala frá Hans Erik Nissen, yvir tekstin til henda sunnudagin.

Góðan sunnudag í Jesu navni.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.