Vit opna aftur í missiónshúsinum.

Nú nýggj tilmæli eru sett í gildi, sum siga at 50 fólk kunnu samlast innandura, hevur stýrið tikið støðu til, at vit aftur fara at hava tey vanligu tiltøkini í missiónshúsinum.

Alt verður gjørt við somu fyrivarnum, at spritta, halda frástøðu, avmarka kropsliga kontakt og ansa eftir hvørjum øðrum.

So frá mánadegnum 15 novembur, verða tiltøk aftur í missiónshúsinum.

Jesus verði hjá okkum øllum.

Heilsan

Stýrið.

Onnur tíðindi