Eingin sunnudagsskúli og møti sunnudagin.
Í samband við at Fríðrikskirkjan verður 25 ár 1. des., sum er 1. sunnudagur í advent, verður eingin sunnudagsskúli og einki møti í missiónshúsinum.
Víst verður til hátíðardagin í Fríðrikskirkjuni.
Tað var 1. s. í advent í 1994 at Hans Jacob Joensen biskupur vígdi Fríðrikskirkjuna. Hetta hátíðarheldur kirkjuliðið komandi sunnudag.
Kl. 11.00 verður hátíðargudstænasta. Martin R. Jacobsen, Jónsvein Bech og Ovi Brim luttaka. Kirkjukórið syngur. Aftaná gudstænasta eru øll boðin til døgurða í kirkjukjallaranum.
Kl. 18.00 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni. Kirkjukórið, VOX, The Gadders, Taborkórið og Martin og Tóri R. Jacobsen luttaka. Aftaná eru øll vælkomin til drekkamunn í kirkjukjallaranum.
Øll eru vælkomin í Fríðrikskirkjuna!