Dekratiónskvøld 2019

Dekratiónskvøldið í missiónshúsinum.

Leygarkvøldið var árliga jóladekoratiónskvøldið hjá teimum ungu í missiónshúsinum. Seinnapartin samlaðust tey at gera dekoratiónirnar, sum seinni um kvøldið skuldu berast út til eldri í kommununi.

Kl.18.45 var andakt í Tabor áðrenn tey uml. 45 ungu og eldri, í bólkum, fóru út til tey 45 heimini, sum ætlanin var at vitjað.

Hetta er ein av stóru missiónsuppgávunum sum tey ungu í missiónshúsinum standa í, og kanska tað størsta árliga missiónsátakið hjá missiónshúsinum út í kommununa. At umleið 45 heim fáa vitjan av ungum og eldri, sum koma við jóladekoratión og einum bíbliuorðið má sigast at vera missión.

Móttøkan er góð hóast ikki øll bjóða teimum vitjandi inn. Har tey vera boðin inn er sum oftast eisini høvið til sang, eitt bíbliuorð og bøn. Fleiri bjóða eisini drekka ella okkurt góðgæti.
Tey gomlu á Sambýlið Vesturskin fingu eisini vitjan. Har fekk Ingi høvi at heilsa uppá 104 ára gomlu langommuna, Mallu Olsen, sum var við til andaktina.
Umleið klokkan 21.30 samlast øll aftur í Tabor til drekka, rís-alamande og góðgæti. Tá er eisini ein lítil burturluting fyri ungdómsarbeiðið.

Umleið 70 fólk vóru til hugnaløtuna.

Her eru nakrar myndir frá kvøldinum.

Dekratiónskvøld 2019

Onnur tíðindi