Nú byrjar missiónsvikan – Familjumøti
Í morgin byrjar missiónsvikan hjá okkum, og byrja vit við einum Familjumøti kl. 14.00.
Tað verður Jaspur Langgaard sum kemur at siga bíbliusøgu, eisini fara vit at hoyra søgur og annað spennandi verður á skránni.
Tað er 13 februar í morgin, og tá hevur missiónshúsið føðingardag, tí fara vit at biða um eina gávu til missiónshúsið.
Men sjálvandi, tá ið tað er føðingardagur, so er eisini føðingardagskaka at fáa. Tí verður ein góður drekkamunnu og kaka at fáa eftir familjumøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Lat okkum minnast til at ansa eftir hvørjum øðrum.