Familjumøti 13 feb 2022

Vælsigna familjumøti og føðingardagur

Fyrsta møti á okkara missiónsviku, var ein gleðis løta.

Uppmøtingin var góð tí umleið 180 fólk møttu, og tað er óivað tað mesta síðani koronaavmarkingarnar byrjaðu í mars 2020. Samstundis var hetta eisini føðingardagurin hjá missiónshúsinum.

Jaspur Langgaard talaði og Pól á Sondum hevði spurnarkapping. Fleiri sangir vóru sungnir har sangarar og  tónleikarar úr meinigheitini luttóku.

Aftaná vóru øll bjóða til drekka í kjallaranum, har lagkøka og annað gott var til matna, nú missiónshúsið fylti 28 ár.

Bókasølan, sum vanliga er í gongini er flutt upp í ovaru loftstovuna, meðan missiónsvikan er, og úrvalið er størri.
Kunngjørt var eisini, at nýggja lyftin er liðug og tikin í nýtslu. Hon gongur úr kjallaranum og upp á loftið, so nú kunnu fólk nýta lyftina millum tríggjar hæddir, um tey hava tørv á tí.

Missiónsvikan heldur fram alla komandi viku við møtum kl.19.30.
Leygardagin 19. feb. verður morgunmatur og bíbliutími kl.10. og barnamøti kl.16.
Sunnudagin 20. feb. verður sunnudagsskúli kl.15. og møtið kl. 19. 
Missiónsvikufaldari við skránni er borðin út í húsini.

Øll eru hjartaliga vælkomin til møtini, men eisini er møguleiki at fylgja við á stroymingini.

Her eru nakrar myndir frá degnum.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.