Missiónsvika – hósdagur
Nú eru vit komin til hósdag, og hava vit haft nakrar góðar dagar.
Dagurin byrjar í morgin við bønarløtu kl. 07.00 í loftstovuni.
Hálvantíma áðrenn møti, tað vil siga kl. 19.00 er eisini bønarløta í loftstovuni.
Møti byrjar kl. 19.30. TIl møti í annaðkvøld fáa vit vitja av einum av okkara trúboðarum, Ólavur Jacobsen úr Hósvík.
KFUM&K kórið skuldi syngja, men tey vóru noydd at geva avboð vegna korona. Men í staðin hava vit fingið eina unga damu úr Oyndarfirði at syngja fyri okkum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.