Barnaringurin avslutning og burturlutan.
Mikudagin 30 mars, hevur Útimissiónsbarnaringurin avslutning og burturlutan.
Í ár verður verður dagurin skipaður eitt sindur øðrvísi.
Byrja verður kl. 17.00 við einum góðum døgverða bita. Síðani verður møguleiki at keypa lutinar sum børnini hava gjørt í vetur, umframt at keypa lutaseðlanar til burturlutanina seinni um kvøldið.
kl. 18.00 verður fari upp í salin, har vit fara at hoyra bíbliusøgu, barnakórið fer at syngja, og Krista Magnussen kemur at greiða frá ferð í Thailandi, og arbeiðið sum Ernst og Khem gera í Thailandi.
Kl. 19.00 verður fari niðurundir aftur, til ein góðan drekkamunn, og tá verður so burturlutanin.
Barnaringurin sigur av hjarta takk, um onkur vil lata lutir til burturlutanina.
Øll eru hjartaliga vælkomin.