útferð 6 juni 2022 - Selatrað

Sera góð útferð

Missiónshúsið skipaði fyri útferð 2. hvítusunnudag.

Farið var frá missiónshúsinum kl. 14.00, og lá leiðin til Selatraðar. Komin til Selatraðar, var tað fyrsta á skránni, at vit sungu saman, og hoyrdu eitt Guð orð frá Jónu Hansen. Síðani sungu vit meira saman.

Eftir sang og Guðs orð, blivu grillinar tendraðar, so tey sum ynsktu, kundu fara at grilla sær ein betri bita.

Veðri var við okkum, so eftir at maturin var komin niðurum, var fari at spæla og hugna okkum saman.

Ein sera góðu dagur, sum Guð skal eiga stórstu tøkkina fyri at hann lukkaðist so væl.

Her eru nakrar myndir frá degnum.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.