Væleydnað útitiltak

Sunnudagin var skipað fyri útitiltaki hjá Missiónshúsinum. Avgerð var tikin, um at flyta sunnudagsskúlan og møtið út um teir fýra veggirnar. Sum myndirnar vísa, so var veðrið framúr og nógv bygdafólk vóru komin saman við egningarskúrarnar niðri á keiøkinum.

Til tiltakið talaði Torleif Johannessen, Taborkórið sang nakrar sangir og Pól á Sondum hevði eina spurnarkapping, har børnini kappaðust móti teimum vaksnu.

Eftir hetta, var grillað pylsur og pylsubreyð. Ein drekkamuður var eisini at fáa.

Takk Gud fyri gott veður, ein væleydnaðan dag og fyri allar hjálpandi hendur.

Her eru nakrar myndir frá degnum.

Onnur tíðindi