Seyðauppoðsøla fyri missiónshúsið.

Komandi leygardag 24. september kl. 15.00 verður seyðauppoðssøla við egningarskúrarnar á Toftum.

Peningurin fer til missiónshúsið, og skal millum annað nýtast til nýggja hitaskipan og nýggju lyftina.

Á uppboðssøluni verða seld/ir:

  • 4 heystlomb/veðrar
  • 11 lomb
  • 2 sundurlimaði lomb, sum verða seld í stykkjum

Møguleiki er at fáa ein góðan kaffimunn undir uppboðssøluni.

Hvussu gjalda vit á uppboðssøluni?

Tað er ikki neyðugt at hava reiðan pening ella kort við á uppboðssøluna.

Tann, sum hevur hægsta boð, skal flyta peningin á konto 6460-1017987.

Øll eru vælkomin til seyðauppboðssøluna.

Stýrið í Tabor takkar fyri stuðulin!

Onnur tíðindi