Logo

Bindiskeið og hugni týskvøld.

Týskvøldið 22 nov., skipar Barnaringurin fyri einum hugnakvøldi/bindiskeiði í missiónshúsinum.

Kvøldið byrjar kl. 19.00. Vit møtast til eina hugnaliga samverur við stokkum, har Sára Mrdalo kemur at geva okkum íblástur og læra okkum okkurt nýtt.

At hava við: stokkar umleið nr. 4 og hóskandi tógv í tveimum ymiskum litum.

Eisini verður tónleikaframførsla og ein andagt, umframt kaffi og ein góður kakubiti.

Tiltakið er skipa soleiðis, at tað kostar kr. 200 at verða við, men allur peningurin fer til útimissiónsarbeiði sum Barnaringurin stuðlar.

Tekningarfreistin er 20 nov., og er møuleiki at tekna seg hjá
– Anna Mariu K. Henriksen tlf. 747795
– Helenu Hansen tlf. 221613
– Jannet Højgaard tlf. 282567

Verði hjartaliga vælkomin til eitt hugnakvøld við stokkum, og samstundis stuðla útimissións arbeiðinum

Heilsan Barnaringurin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.