Sunnudagsskúli og møti saman.

Møti og sunnudagsskúli verða kl. 14,00 í morgin. Men í morgin verða við øll saman.

Møti í morgin verður eitt sangmøti við heitinum “vit syngja jólini inn”.

Vit koma at hoyra sang frá: Taborkórinum, New Praise, sum er ein ungdómsbólkur í missiónshúsinum og frá Gadders. Eisini fáa vit ein gesta sangara, sum tó er uppvaksin í okkara meinigheid, og er tað Símun Chr. Olsen.

Guðs orð fáa vit at hoyra frá Helenu Hansen.

Øll eru hjartaliga vælkomin til sangmøti í morgin, har vit fara at lovsyngja og takk fyri at Jesus lat seg føða inn í henda heim, okkum til bjargingar.

Onnur tíðindi