Missiónsvikan – mánadagur

Missiónsvikan heldur fram í morgin.

Í morgin er føðingardagurin hjá okkara missiónshúsið, og tí verður gjørt meira burturúr enn vanligt.

Vit byrja longu kl. 18.00, har eina góður grýturættur verður borðreiddur.

Bønarløta verður kl. 19.00 í niðaru loftstovuni.

Møti byrjar kl. 19.30 og verður tað eitt sangmøti. Har vit koma at hoyra sang frá Petur Hans, Gadders, Streingjakóri og okkara Kirkjukórið.

Vit fara at hoyra eina andagt frá Joan Skoralíð.

Við tað at missiónshúsið hevur føðingardag, fara vit at hava innsavnan til húsið.

Eftir sangmøti, verður eisini ein góður føðingardags drekkamunnur at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.