Missiónsvikan – leygardagur
Ein vika gongur skjótt, og eru vit nú komin til næst síðsta dagin í missiónsvikuni.
Vit kunnu gleðast um, at í morgin er ríkur møguleiki at koma undir Guðs orð, bæði fyri børn, ung og eldri.
Vit byrja dagin við einum góðum morgunmati kl. 10.00. Síðani kemur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, at hava ein bíbliutíma fyri okkum við evninum, “hvat er frelsa”.
Kl 15.00 er barnamøti á skránni, har eru bæði vaksin og børn hjartaliga vælkomin.
Vit fáa bíbliusøgu frá Kristiannu Johannesen, og eisini verður okkurt annað á skránni.
Kl. 19.30 verður so tað næstsíðsta møti á skránni. Tá kemur Pól Johannesen, trúboðari at boða Guðs orð fyri okkum. Sang fáa vit frá okkara egna ungdómsbólki New Praise.
Hálvan tíma áðrenn møti, er bønarløta í loftstovuni.
Kvøldi endar við eini lovstongsløtu kl. 22.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini í morgin.