Sunnudagsskúli, møti og frokost.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00.

Men vit byrja longu kl. 12.30. Tá verður bjóða til frokost, har vit hvør í sær hava okkurt við, sum vit so seta á eitt sjálvtøkuborð, har øll kunnu fáa sær av.

Tað er ikki nøkur treyt fyri at koma til frokostin, at men hevur mat við, øll eru hjartaliga vælkomin.

Á sunnudagsskúlan í morgin fara vit at hoyra um tann klóka mannin, sum bygdi sítt hús á klett. Har kletturin er ein mynd uppá Jesus og hansara orð.

Til møti kemur Leila Højgaard at tala.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi