60+ dagur í Nesvík
Leygardagin, 25. mars, verður 60+.
60+ er ein hugnaligur og uppbyggjandi dagur, fyri tey, sum eru 60 ár og eldri. Dagurin er fyltur við áhugaverdum frásøgnum, góðum felagssangi, lekkrum mati og pausum, har til ber at hugna sær saman.
Enn er møguleiki at melda seg til, men tað ræður um at skunda sær, tí freistin er mánadagin 20 mars.
Tilmelding fer fram á www.mission.fo/tilmelding ella við at ringja til 470000. Telefonin svarar frá kl. 09.00 – 12.00 gerandisdagar, tó til kl. 15 fríggjadag.
Kostnaður fyri dagin er kr 350,00
Sí meira kunning her