Morgun kaffi - Grannakaffi

Morgun kaffi – Grannakaffi

Í morgin verður morgun kaffi eitt sindur annaleiðis. Vit fara at hava tað sum kallast “Grannakaffi”

Grannakaffi er eitt tiltak sum er skipa í samband við Krabbameinsfelagið. Har felagið á ein annaleiðis hátt, heitir á fólk/felagsskapir um at samla inn til arbeiði hjá Krabbameinsfelagnum. Og samstundi brúka høvi til at kunna, og hoyra søgur frá fólki sum hava verði í samband við krabbemein.

Umframt góðan morgunmat, fáa vit at hoyra partar av lívssøguni hjá Dagny Miðskarð og Brandi Sjúrðasyni, eisini kemur sjúkrahúspresturin Sverri Steinhólm á vitjan.

Umframt felagssang, fáa vit góðan sang Hervør á Torkilsheyggi.

Møguleiki er at geva eina gávu til Krabbameinsfelagið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi