Útimissiónsbarnaringurin 40 ár.
Í 1968 byrjaði Hillborg Hansen á Nesi at savna ungar gentur heima hjá sær til ymiskt handarbeiði. Tær stuðlaðu útimissiónsarbeiðinum fíggjarliga og bóðu fyri tí. Tær stuðlaðu mest Óluvu Laksá, sum var trúboðari í Bangladesh. Ein av teimum sum hjálptu Hillborg við hesum arbeiðinum var Ane E. Hansen. Tá Hillborg ikki orkaði meiri tók Ane yvir og savnaði genturnar heima hjá sær, til hon í 1979 ikki orkaði meiri.
So var stígur í hesum barnaarbeiði í nøkur ár, hóast fleiri bóðu fyri tí og ynsktu tað í gongd aftur.
Endurstovnaður
26. januar 1983 varð útimissiónsbarnaringurin endurstovnaður, sum eitt arbeiði í og út frá missiónshúsinum, undir slagorðunum: “Berið boðini víðari”.
Nevnd varð vald og Marjan Nielsen varð vald til forkvinnu. Avgjørt var, at barnaringurin skuldi koma saman í missiónshúsinum annan hvønn mikudag í vetrarhálvuni, og at bæði gentur og dreingur, í aldrinum 5-14 ár, vóru vælkomin. Tá var neyðugt at fáa fleiri leiðarar, bæði kvinnur og menn, tí ætlanin var at býta børnini upp í flokkar til handaliga arbeiðið.
Sera nógv børn komu, ja, upp í 130 og umleið 40 leiðarar. Byrjað varð altíð við sangi, Guds orði og bøn. Ofta vitjaði onkur útitrúboðari og greiddi frá arbeiðinum. So var handaliga løtan, sum endaði við sangi og Faðirvár. Tað handaliga, sum børnini gjørdu, keypti familja og vinir; og peningurin fór til útimissión. Barnakórið varð eisini partur av barnaringinum og er tað enn.
Gjøgnum hesi 40 árini hava hundraðtals børn og leiðarar verið virkin í barnaringinum. Eisini eru fleiri 100 túsundtals krónur komnar inn til ymiskt útimissiónsarbeiði. Barnaringurin hevur serliga stuðlað føroyskum útitrúboðarum.
Sama endamál
Hóast 40 ár eru liðin, heldur arbeiðið fram við sama endamáli. Børnini skulu hoyra um Jesus og stuðla útimissión, so onnur kunnu hoyra um Jesus.
Barnaringurin savnast støðugt í Tabor, annanhvønn mikudag, í vetrarhálvuni, frá kl. 17.30 – 19.00. Uppmøtingin liggur millum 60 – 80 børn, og umleið 20 leiðarar.
Marjan Nielsen var leiðari fyri nevndina hjá barnaringinum frá 1983 til 2021. Tá tóku Anna Maria K. Henriksen, Jannet Højgaard og Helena Hansen yvir sum leiðarar.
Mikudagin 22. mars, var 40 ára hátíðarhald, samstundis sum tað var síðstu ferð, barnaringurin savnaðist hetta hálvárið. Byrjað varð kl. 17 við døgurða í kjallaranum, har øll vórðu bjóðað við. Kl. 18. var farið upp í stórasal, har tað varð sungið og biðið. Síðani greiddi Jóhannes Finsson frá arbeiði teirra í Tanzania, og barnakórið sang. Til seinast fingu Marjan og aðrir leiðarar, sum hava verið við øll 40 árini eitt herðaklapp.
So varð bjóðað til góðan føðingardags drekkamunn í kjallaranum, og eftir tað var burturluting til frama fyri útimissión. Inn komu 35.000 kr. og eitt gott og gevandi kvøld var at enda komið.
Fyrr í vetur skipaði leiðslan hjá barnaringinum fyri einum “bindikvøldi”, sum gav umleið 15.000 krónur. Sostatt eru 50.000 krónur komnar inn í vetur til útimissión.
Gudi og menniskjum verður takkað fyri arbeiðið øll hesi mongu ár.
Um Gud vil og vit liva, byrjar útimissiónsbarnaringurin aftur í heyst.
Her eru nakrar myndir frá degnum.