Missiónsvikan 2020 – Leygardagur
Í morgin er tann stóri dagurin.
Vit byrja longu kl. 10.00 við ein góðum morgunmati. Mett og væl sett, fáa vit ein bíbliutími við evninum “hendir Guðs vilji av sær sjálvum, her á jørð?”. Tað verður Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari sum kemur at hava henda bíbliutíman.
Kl 16.00 verður Barnamøti. Tað verða Krista og Ólavur Magnussen sum koma at hava barnamøti.
Bønarløta er kl 19.00, og møti byrjar kl. 19.30.
Í annaðkvøld verður tað okkara prestur, Ovi Brim sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum, og sang fáa vit frá Anton Liljedal.
Dagurin endar við eini lovsongsløtu, sum byrjar kl. 22.00.
Barnaansing verður til møti í annaðkvøld.
Verði hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini sum verða í morgin.