Hvítusunnudagur – møti og sunnudagsskúli

Í morgin er Hvítusunnudagur, har vit minnast at Guð sendi okkum Heilaga Andan, sum skal vitna um Jesus og minna okkum á hvat skriftin sigur um Jesus.

Í missiónshúsinum hava vit møti og sunnudagsskúla kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um, hvat hendi tað fyrstu Hvítusunnuna í Jerusalem.

Til møti fáa vit vitjan av okkara diakonpresti Sverra Steinhólm.

Øll eru hjartaliga vælkomin, undir Guðs orð henda Hvítusunnudag.

Onnur tíðindi