Útferð í morgin.
Um viðrar er ætlanin at fara útferð í morgin, so einki møti ella sunnudagsskúli verða í missiónshúsinum.
Veðrið sær út til at blíva hampuligt, so vit vóna og biða eftir at tað fer at lukkast.
Ætlanin er at vit møtast øll uppi við tað fyrstu mylluna kl. 14.00, ella fyri at brúka staðarnavnið við Vørðina.
Har koma vit at syngja saman, og hoyra Guðs orð. Eisini verður skipa fyri onkrum spølum, men annars bara nýta løtina.
Nakrar grillir verða tøkar at brúka, um áhugi er fyri tí, annars hava vit tann mat og drekka við sum vit sjálvi ynskja.
Øll eru hjartaliga vælkomin á útferð niðan á Vørðina í morgin kl. 14.00.