TOFTALEGAN 2024

Nú verður aftur møguleiki at njóta samveru saman við tínum bygdafólki

Í døgunum 20. – 22. septembur 2024, verður aftur Toftalega í Leguhúsinum í Nesvík.

Á skránni verur m.a. hugleiðingar við Ann Hermansdóttir og Sjúrða Skaale, og sjálvandi við góðari samveru, sangi og ikki minst mati.

Prísir alla leguna:
Vaksin: kr. 650,-
Børn 0–6 ár: kr. 0,-
Børn 7–14 ár: kr. 350,-

Prísir bara leygardag:
Vaksin: kr. 450,-
Børn 0–6 ár: kr. 0,-
Børn 7–14 ár: kr. 200,-

Um man ynskir at sova í nýggju kamarslonini, kostar tað kr. 600,- afturat.

Tekna teg á atgongumerki.fo.

Tilmeldingin letur upp mánadagin, 26. august kl. 18.00

Freist, 13. septembur kl. 23.00

Onnur tíðindi