Frokost, møti og sunnudagsskúli
Í morgin hava vit aftur frokost, frá kl. 12.30. Hesaferð er ikki neyðugt at hava mat við sjálvur, tí missiónshúsið bjóðar.
Møti og sunnudagsskúli byrja kl. 14.00.
Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra, hvussu Jesus lærdi ella undirvísti sínum lærusveinum. Eisini fara vit at hoyra søgu og syngja saman.
Á møtinum verður tað dreingjabólkurin, sum samlast í missiónshúsinum hvørt týskvøld, nevndur Juice, sum kemur at hava møti.
Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.