Morgun kaffi verður aftur í morgin.

Í morgin verður morgun kaffi aftur. Vit byrja kl. 10.00, og eru liðug kl. 12.00.

Vit fáa ein góðan morgunmat, syngja, hava andagt og hugna okkum saman.
Í morgin fáa vit vitjan av Ruth Thomsen, sum er blind. Hon kemur at greiða frá, hvussu tað er at verða blindur, og hvørji hjálparamboð man kann brúka sum blindur.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi