Ungdómsmøti í kvøld
Vit byrja við bønarløtu kl. 19.30, og ungdómsmøti byrja kl. 20.00.
Í kvøld fáa vit vitjan úr Havn. Tað verður Sjúrður Jensen, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.
Eisini fara vit at lovsyngja saman.
Eftir møti fáa vit ein góðan drekkamunn, og fara at hugna okkum.
Øll ung frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin á ungdómsmøti.