Møtið sunnudagin 26.apríl kl. 18.00.

Á møtinum komandi sunnudag 26.apríl kl. 18.00 verða tað fólk úr Leirvík, sum koma at taka sær av møtinum.

Kristian á Reynatrøð talar. Erla, Asta Sofía og Bárður koma at syngja fyri okkum.

Teknmálstulkur verður til møti.

Eftir møti, áleið kl. 19.00, kemur Petur Hans Hansen við bólki at hava eina sangløtu fyri okkum.

Tað er møguligt hjá øllum at “stroyma” møtið.

Vegna smittuvanda, er tað framvegis ikki møguligt at møta upp til møtini, men heldur síggja tey umvegis netið á tabor.fo ella á trubodin.fo.

Stýrið fyri missiónshúsið Tabor

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.