Ein væleydna útferð.

Vit høvdu eina góða og væleydnaða útferð, á sandinum í Syðrugøtu í dag.

Veðrið var eitt sindur ivasamt fyrst í morgun, men tað klárnaði út á dagin, og fingu vit eina sera góða løtu á sandinum.

Løtan byrjaði við at vit sungu saman. Síðani hevði Jóna Hansen eina søgu til okkum, har boðskapurin var, at vísa okkum á, at vit hava fingið alt í Jesusi, og tí fulgjørda verki hann hevur gjørt fyri okkum.

Eftir nakrar felagssangir afturat, kom Petur Hans við bólki at syngja fyri okkum. Og sum altíð so kundu vit njóta tann góða sangin, við tí besta boðskapinum.

Løtan endaði við bøn og Faðir vár.

Síðani var møguleiki hjá øllum at grilla sær mat, og annars bara huga sær saman. Og tað bleiv eisini gjørt. Børn og vaksin hugnaðu sær á sandinum.

Vit takk fyri ein góða dag og útferð. Stórstu tøkkina eigur okkara Harri og frelsari Jesus Kristus.

Her eru nakrar myndir frá degnum.

Onnur tíðindi