Alment møti í missiónshúsinum sunnudagin 10.mai kl. 18.00.

Møtið sunnudagin 10.mai kl. 18.00 verður við fólki úr Fuglafirði, sum koma at tala og syngja fyri okkum.

Tað verður Kristian Martin Petersen, sum talar.

Sambært tilmælinum frá myndugleikunum 30.apríl, stendur m.a. at kirkjur og samkomur kunnu fara undir virksemi sítt á skipaðan hátt við støði í heilsufakligu tilmælunum um reinføri og frástøðu. Í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast í kirkjum og samkomum.

Tí hevur stýrið fyri Tabor gjørt av, at til møtið komandi sunnudag 10.mai kl. 18.00, er tað møguligt aftur at verða tilstaðar í Tabor, meðan møtið fer fram.

Víst verður á, at vit taka hædd fyri heilsufakliga tilmælinum um reinføri og frástøðu.

Tað verður framvegis møguligt at síggja møtið umvegis netið.

Tað verður eingin barnaansing á møtinum.

Stýrið fyri missiónshúsið

Similar Posts