Ungdómsmøti í kvøld.
Ungdómsmøti verður í kvøld. Vit hava eina summarskrá, og tillaga ungdómsmøtini eftir, m.a. verðrinum.
Í dag er sera gott verður, so vit fara at gera eina útferð. Ferðin gongur niðan á Eiðiskoll.
Vit fara frá missiónshúsinum kl. 19.30. Gott er at hava matpakka og okkurt drekkandi við.
Tá ið vit eru komin út á Eiðiskoll, hava vit eina andagt, syngja saman, og annars bara hugna okkum, og spæla.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Minnist til, vit koyra frá missiónshúsinum kl. 19.30