Vikuskiftismøtir í Bylgjuni

Vælkomin á vikuskiftismøtir í Bylgjuni 15.-17. august, har evnið verður “Ísrael, profetiska orðið og endatíðin”.

Gordon Tobiassen talar. Hann er úr Noregi og hevur verið virkin í tænastuni í meira enn 50 ár. Gordon arbeiðir fulla tíð sum talari og undirvísari fyri tað tvørkirkjuligu rørsluna “Orðið og Ísrael“.

Í nógv ár hevur Gordon havt eitt serligt kall til at undirvísa um Ísrael og profetiska orðið. Hetta verður eisini evnið á møtunum, og kemur hann harumframt at tosa um týdningin av, at samkomurnar standa saman við Ísrael. Hetta er fimta ferðin, at Gordon vitjar í Føroyum.

Samkomurnar, sum samskipa møtini, eru:
Tabor – Nebo – Lívsins Orð – Berøa – Glyvra Missiónshús – Elim – Keldan – Meinigheitshúsið á Skála

Øll eru hjartaliga vælkomin

Leinkja til møtini á Facebook

Onnur tíðindi