Sunnudagsskúlin byrjar aftur!

Góðu børn og foreldur!

Endiliga kunnu vit bjóða tykkum aftur í sunnudagsskúla í missiónshúsinum, at hoyra um Jesus, ið er besti vinur barnanna, sum sungið verður í einum barnasangi.

Við atliti til seinasta tilmælið 14.mai frá myndugleikunum, hvar víst verður á, at kirkjur og samkomur kunnu fara undir virksemi sítt á skipaðan hátt við støði í heilsufakligu tilmælunum um reinføri og frástøðu. Og at í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast, hava vit gjørt av, at byrja sunnudagsskúlan aftur sunnudagin 17.mai kl. 14.00.

Øll eru vælkomin!

Stýrið og nevndin fyri sunnudagsskúlan.

Onnur tíðindi