Møti og sunnudagsskúli
Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00.
Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra eina spennandi søgu úr Gamla Testamenti. Tað er søgan um tað Ísraelsku gentuna, sum var tænastu genta hjá Náaman herðhøvdinga.
Møti í morgin verður eitt sindur øðrvísi. Vit fáa eina andagt frá Hildigunn S. Højgaard. Kunna verður um bíbliubólkar, sum stýrið hevur tikið støðu til, at vit fara at skipa.
Eisini verður rokniskapurin fyri 2024 lagdur fram.
Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.
