Møti og sunnudagsskúli í morgin.

Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit teir komandi sunnudaganar at hoyra um Móses. Í morgin byrja vit við byrjanini, nevnuliga tá ið Móses blívur føddur, og hvussu mamman bjargar honum undan at doyggja.

Møti í morgin er eitt tema møti. Tað verður Torleif Johannesen sum kemur at tosa um dópin. Hví doypa vi, og hvat hevur dópurin at týða fyri okkum.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.