Og bók Jesaja profets varð honum fingin, og tá ið hann opnaði bókina, fann hann niður á tann staðin, har sum skrivað stóð: v18 «Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, v19 til at kunngera eitt Harrans náðiár.» v20 Og hann legði bókina saman og fekk tænaranum hana og settist niður; og hvørs mans eygu í samkomuhúsinum hugdu upp á hann. v21 Men hann tók undir at tala til teirra: «Í dag er hetta skriftorðið gingið út fyri oyrum tykkara.» Luk. 4,17-21
Ársins fyrsta dag eru hesi Jesu orð sera góður lesnaður, tí hann boðar gleðiboðskapin. Eingin dugir so væl sum hann at greiða frá, hvat ið orðið gleðiboðskapur í grundini merkir.
”Mong halda seg vita alt um gleðiboðskapin, tá ið tey tvær, tríggjar ferðir hava hoyrt hann boðaðan,” sigur Luther. Tað er stór misskiljing. Vit eru og verða ongantíð útlærd í hesum evni.
Vit siga vanliga, at gleðiboðskapurin er eitt kall til umvending og innbjóðing til øll at koma til Jesus og verða frelst. Tað er satt, at orðið um umvending altíð eigur at verða boðað. ”Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í Himmiríkið,” sigur Jesus í Matt. 18,3
Tó hava vit ikki fingið nakra frágreiðing um, hvat gleðiboðskapurin av sonnum er. Latið okkum enn eina ferð líta at dagsisn teksti. Her verður okkum sagt, at evangeliið er boðskapurin um, at lyfti Guðs til frelsu eru gingin út í Jesusi Kristi.
Luther hevur sagt, at orðið evangelium er úr grikskum og merkir glaður boðskapur, góð tíðindi, ið vit fegin vilja siga øðrum. Til dømis ta ferðina Dávid vann á kappanum Góliat. Tá bórust gleðitíðindi beinan vegin jødafólkinum, at teirra ræðuligi fíggindi var fallin, so frælsi og friður aftur birtust teimum. Tey sungu og dansaðu av gleði. Á sama hátt er evangeliið eini gleðiboð, sum ápostlarnir ikki kundu annað enn bera fólkinum, tí tann sanni Dávid, Jesus Kristus, hevur strítt og vunnið á synd, deyða og djevli, sigur Luther.
Evangeliið er boðskapurin um, at frelsan er fullgjørd. Guðs lyfti eru gingin út; syndaskuldin er goldin. Jesus er deyður fyri allar syndirnar. Hann hevur opnað veg heilt inn til Guðs og letur okkum vita, at øll, ið koma í navni hansara, fáa rætt til at vera Guðs kæru børn. Alt er tilgjørt! Tú skal bara koma! Lýð á henda gleðiliga boðskap! Tá vil Heilgai Andin gera sín gerning í hjarta tínum, og tú skalt fáa náði til at liva í trúgv á gleðiboðskapin.
Úr andagtsbókini ”Dagligt breyð”
eftir Carl Fr. Wisløff
Jesus vælsigni okkum í hesum nýggja árinum, bæði persónliga og sum meinigheit. At hetta nýggja árið má gerast eitt frelsunnar ár, eitt endurnýggjanar ár.
Gleðiligt nýggjár í Jesu navni!





