Ungdómsmøti verður aftur í annaðkvøld.
Vit byrja kl. 19.30 við bønarløtu, og kl. 20.00 byrjar ungdómsmøti.
Í annaðkvøld verður tað Kaj Eli Hansen, sum kemur at tosa um missión. Vit syngja saman, og eftir møti fáa vit ein góðan drekkamunnu og hugna okkum saman.
Men áðrenn vit fara at fáa okkum drekka, fara vit at hava eina bønarløtu saman. Bønarløtan verður fyri missiónsvikuni sum byrjar sunnudagin.
Vit býta okkum í smærri bólkar, og so biða vit saman.
Øll ung frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin.





