Í morgin byrja vit okkara missiónsviku. Vit byrja við einum Familjumøti kl. 14.00.
Á Familjumøtinum kemur Sigurgunn Kjælnes at hava bíbliusøgu til okkum, vit hoyra Barnakóri hjá okkum syngja, og eisini verður ein spurnarkapping, umframt at vit sjálvandi syngja saman.
Innsavnan verður til sunnudagsskúla arbeiðið.
Eftir Familjumøti verður bjóða til ein góðan drekkamunn í kjallaranum.
Verið øll hjartaliga vælkomin til hetta fyrsta møti í missiónsvikuni.





