Í annaðkvøld verður tað sum kallast SUM-ungdómsmøti í missiónshúsinum.
Byrja verður kl. 19.30 við bønarløtu, og ungdómsmøti byrjar kl. 20.00.
Tað verður Rani Hansen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Eisini fara vit at lovsyngja saman, og eftir møti verður drekka og hugni.
Øll frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin til SUM-ungdómsmøti í annaðkvøld.





