Í morgin er møti og sunnudagsskúli kl. 14.00.
Við tað at kjallarin er útleigaður til konfirmatión, verður sunnudagsskúli í morgin í barnarúminum á miðhæddini.
Á sunnudagsskúlanum í morgin fara vit at hoyra hvat hendi frá Pálmasunnudegi og til Langa fríggjadag, tá ið Jesus bleiv krossfestur. Eisini syngja vit saman, og hoyra søgu.
Á møtinum kemur Fríði Dam, at boða Guðs orð fyri okkum.
Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á møti og sunnudagsskúla.





