Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00.
Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um “hin skuldabundna tænaran”. Har Jesus vil vísa okkum á, hvussu nógv vit hava fingið fyrigivin, og tí skulu vit eisini fyrigeva hvørjum øðrum.
Eisini hoyra vit søgu, og syngja saman.
Á møtinum kemur Dakko Petersen at boða Guðs orð fyri okkum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.





