Ungdómsmøti verður aftur í annaðkvøld.
Vit byrja við bønarløtu kl 19.30 og ungdómsmøti byrjar kl 20.00
Í annaðkvøld verður tað Magni Skoradal, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Vit fara sjálvandi eisini at lovsyngja saman.
Eftir møti fáa vit ein góðan drekkamunn, og fara at skipa fyri spølum, m.a. borðfótbóltskapping.
Øll ung frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin.





