í morgin byrja vit við frokost kl 12.30.
Møti og sunnudagsskúli byrja kl. 14.00.
Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra tað spennandi frásøgnina um Elia, tá ið hann skuldi vísa hvør var tann livandi Guð, Baal ella Guð Ísraels, sum eisini er tann Guð vit trúgva á.
Á møtinum verður tað Ólavur Ø. Hansen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.
Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til húsið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.





