Meinigheitsdagur 5. juli
Komandi sunnudag, 5. juli, skipar Tabor fyri meinigheitsdegi norðuri í Leguhúsinum í Nesík.
Sum lýst er, er tað fyri ALLA meinigheitina.
Dagurin byrjar kl. 14.00 við sunnudagsskúla, við Guðni og Jørgen Andreasen.
Meðan vit eru har norðuri, fara vit at hugna okkum við sangi, grilling, kondibingo o.m.a.
Skipað verður ikki fyri koyring, so tey ið ætla at koma við, mugu koyra sjálvi. Um ein ikki hevur møguleika til tað, er vælkomin at kontakta onkran í stýrinum.