Bróðurringurin á Havninum kemur at hava sína árligu stevnu hjá okkum í ár. Bæði leygardagin og sunnudagin, koma tey frá Bróðurringinum at standa fyri tiltøkum í missiónshúsinum.
Skráin fyri stevnuna er hendan:
Leygardagin 5. Septembur
Kl. 15:00: Limafundur við dagsskrá sambært lóg felagsins. Høgni við Rætt innleiðir.
Kl.18:00. Bønarmøti.
Kl.19:00. Alment møti. Alfred Olsen, talar. Max Højgaard, endar, og sangbólkurin Eclesias úr Klaksvík luttekur við spæli og sangi.
Sunnudagin 6. septembur.
Kl.11:00 Guðstænasta í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Kl.14:00 Alment møti. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar, og Streingjakórið í Rituvík luttekur við spæli og sangi.
Formaðurin í Br´ðurringinum á Havinum, Rúni Hentze endar møtið.
Á stevnuni verður møguleiki fyri at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum.
Tann, ið ynskir at gerast limur, er vælkomin til limafundin leygardagin kl.15.

