Í morgin verður Familjumøti kl. 14.00.
Vit fara at hoyra um, tá ið Guð kallaði á Ábraham, og tey lyftir sum Guð gav Ábraham. Eisini fara vit at hava eina spunakapping, umframt at vit eisini syngja saman.
Aftaná fáa vit ein góðan drekkamunn.
Øll eru hjartaliga vælkomin á Familjumøti í morgin.
P.S. Vegna umbygging av tøknirúmi, verður eingin stroyming í morgin.

