Í morgin er møti og sunnudagsskúli aftur kl. 14.00.
Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um brøðunar Esav og Jákup. Vit fara eisini at hoyra søgu, og at syngja saman.
Møti í morgin verður eitt Blákrossmøti, og verður tað blákrossfelagið hjá okkum Tofta- og Rituvíkar blákrossfelag sum stendur fyri. Tað verður Egil Olsen sum kemur at tala til okkara.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

