Møti og sunnudagsskúli.

Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um Jákup. Hesaferð verður tað tann serligi dreymurin sum Jákup fekk, tá ið hann flýddi frá beiggja sínum Esav. Eisini hoyra vit søgu og syngja saman.

Tað verða Magnus H. í Hjøllum og Andrias Garðsá sum koma at hava møti. Teir báðir hava verði í Íslandi, sendir av Heimamissiónini, fyri at hjálpa til við ungdómsarbeiðinum har.
Hetta koma teir at siga nakað um, men fyrist og fremst koma teir at boða Guðs orð fyri okkum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.