Týskvøldi 3 november frá kl. 19-21, kemur Heimamissiónin at hava økisfund í missiónshúsinum.
Talan er um almennan fund, har umboð fyri leiðsluna hjá Heimamissiónini koma at kunna um gongdina í felags arbeiðinum seinastu tíðina og um kósina framyvir. Høvið verður eisini at seta spurningar og luta sínar tankar um felagsarbeiðið.
Øll missiónsáhugaði eru vælkomin við til fundin.

